Góð minnir ríka um lívið
Вставка
- Опубліковано 5 лют 2025
- Hendan sangin havi eg skrivað til mín høgt elskaða pápa. Sangurin er skrivaður náttina eftir hann andaðist.
Eg vóni, at hesin sangur kann verða ein troyst til onnur, ið hava mist ein persón, ið hevur havt stóran týdning í lívið teirra.
Ein virkuliga vakur og flottur sangur :)
Her er teksturin til sangin.
Góð minnir ríka um lívið - Orð og lag: Ingi Hansen
Ein sonur, ein maður, ein pápi,
ein abbi - tú vildi alt væl.
Tú altíð so glaður og fróur
við smíli - alt var sum eitt spæl.
Tú sterki og trúfasti maður,
tú brádliga frá okkum fór.
Tú smílandi - altíð so glaður.
Rík minnir, tó sorgin er stór.
Góð minnir ríka um lívið,
hvør løta so dýrabær er.
Lívið er verdugt at liva,
tá Harrin er við oss á ferð.
Tú kletturin stinni og sterki,
tú altíð við lið okkar’ var.
Tú kærleikan vísti í verki,
tín hjálpandi hond var oss kær.
Pápi - hoyr orð míni tala:
“Tú ofraði teg fyri meg”.
Deyðin er beiskur at slúka
- tú veitst, at vit elskaðu teg.
Góð minnir ríka um lívið,
hvør løta so dýrabær er.
Lívið er verdugt at liva,
tá Harrin er við oss á ferð.
Eyðmjúkur, nærlagdur vart tú,
kærleikin sterkur sum stál.
Tín hond, tíni eygu, títt hjarta
- altíð tú bart oss á mál.
Sorgin so tung er at bera
- óskiljandi fyri oss er;
tá kletturin stinni og sterki,
brádliga frá okkum fer.
Góð minnir ríka um lívið,
hvør løta so dýrabær er.
Lívið er verdugt at liva,
tá Harrin er við oss á ferð.
Tú sonur, maður og pápi,
tú Abbi! - takk fyri alt.
Í sorgini troystina finna,
at Harran tú hevði valt.
Góð minnir ríka um lívið,
hvør løta so dýrabær er.
Lívið er verdugt at liva,
tá Harrin er við oss á ferð.
Góð minnir tey ríka um lívið,
tá Harrin er við oss á ferð.
Hvor er det en smuk tekst!! Én eller anden dag skal jeg herfra. Således vil jeg gerne mindes.
Sera vakurt
Hvør hevur yrkt henda so sera vakra sang og hvørji syngja og spæla?
+Rúna Sivertsen
Hey Rúna - takk fyri rósandi orð :) Eg eigi orð og lag
Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg syngja
Fleiri hava spurt meg um tekstin til sangin "Góð minnir ríka um lívið" ua-cam.com/video/nGsj0xOntkk/v-deo.html
Her er teksturin:
Góð minnir ríka um lívið; Orð og lag: Ingi Hansen
Ein sonur, ein maður, ein pápi,
ein abbi - tú vildi alt væl.
Tú altíð so glaður og fróur
við smíli - alt var sum eitt spæl.
Tú sterki og trúfasti maður,
tú brádliga frá okkum fór.
Tú smílandi - altíð so glaður.
Rík minnir, tó sorgin er stór.
Góð minnir ríka um lívið,
hvør løta so dýrabær er.
Lívið er verdugt at liva,
tá Harrin er við oss á ferð.
Tú kletturin stinni og sterki,
tú altíð við lið okkar’ var.
Tú kærleikan vísti í verki,
tín hjálpandi hond var oss kær.
Pápi - hoyr orð míni tala:
“Tú ofraði teg fyri meg”.
Deyðin er beiskur at slúka
- tú veitst, at vit elskaðu teg.
Góð minnir...
Eyðmjúkur, nærlagdur vart tú,
kærleikin sterkur sum stál.
Tín hond, tíni eygu, títt hjarta
- altíð tú bart oss á mál.
Sorgin so tung er at bera
- óskiljandi fyri oss er;
tá kletturin stinni og sterki,
brádliga frá okkum fer.
Góð minnir...
Tú sonur, maður og pápi,
tú Abbi! - takk fyri alt.
Í sorgini troystina finna,
at Harran tú hevði valt.
Góð minnir...
Yt