Karstin Danielsen - Góð minnir
Вставка
- Опубліковано 10 лют 2025
- Orð: Suzanne Gaither Jennings, Lag: Michael Sykes
Jóhan við Neyst føroyskaði
Upptikið í Introvers studio.
Hans Poulsen ( Guitar, Bass, Keys, Percussion).
Josva Debes ( Drums).
Jóhan Magnus Gunrim ( Kór).
1. Tá sólin hitar land og hav,
góð minni vekja meg.
Runt vøtn og tjarnir gingu vit,
skjótt lívið fór sín veg.
Men aldri fer úr huga mær,
góð minnir smá og stór.
Títt eyma smíl, títt eygnabrá,
djúpt í hjartarúm mítt fór.
2. Vit tíðum vóru saman,
spældu eins og lítil børn.
Um lívsins fjørð um bátsins borð,
var bæði logn og ódn.
Eitt sinn skal eg burt fara
har bert sæla, friður er.
Mín sál er fylt við tráan,
ein dag Jesus heim meg ber.
Tá øll fortíð mín er horvin,
veit eg hvar mín framtíð er,
eg mín vin tá aftur síggja skal,
meg ævigt glaðan ger.
Eg fari skjótt til heim mítt,
har mín Frelsari hann býr,
nýggjan stað ger mær,
har er sæla stór og dýr.
3. Vit sita eftir, skilja ei,
tú farin ert um sýn.
Men trúgv tín gevur ljóð frá sær,
Gud tók teg heim til sín.
Eg minnist at tú fevndi meg
og á meg hugdi milt.
Vit síggjast skjótt í Himlinum,
tað hjarta mítt ger stilt.
Fed stemme ❤️ Jeg savner mit hjemland 🇫🇴
❤❤❤❤
Odlično prijatelju!
Great, my friend!