Dukkan Fía
Вставка
- Опубліковано 16 січ 2025
- Undir einum lítlum træi
situr neyðars dukkan Fía.
Nú er nátt, og ringt er lagið,
tað er troyttandi at bíða.
Bíða eftir mammu síni,
sum nú púra hevur gloymt,
at hon altíð plagar at balla
Fíu undir hennar dýnu.
Men við eitt er Fía varug
við, at onkur loypur, rennur,
og hon roynir nú at lurta,
man tað vera ein, hon kennir.
Undir einum lítlum træi
vaggar mamman lítlu Fíu.
Nú er seint, og ringt var lagið,
tað var troyttandi at bíða.
Orð: Hjørdis Johansen umyrkti úr donskum
Lag: Mogens Jermiin Nissen.
Sangur: Jensina