Tá á nátt eg einsamallur standi

Поділитися
Вставка
  • Опубліковано 12 вер 2024
  • Tá á nátt eg einsamallur standi,
    stýri skútu yvir stormbart hav,
    ferðast hugur mín ímót tí landi,
    har hon býr, ið kærleik sín mær gav.
    Og eg minnist á ta fyrstu løtu,
    mánin skein á myrka bláan vág,
    ja, eg minnist kossir tínar søtu
    og so eygu tíni rein og blá.
    Ei kann brotasjógvur tonkum forða,
    ei kann náttarmyrkur ræða meg,
    tú við mær í nátt ert innanborða,
    eg í mínum tonkum havi teg.
    Eg í besta hýri her tí standi,
    stýri skútu yvir stormbart hav,
    /:hugur mín hann ferðast mót tí landi,
    har hon býr, ið kæreik sín mær gav.:/

КОМЕНТАРІ • 3

  • @henningbech5355
    @henningbech5355 6 років тому

    Fengende sang

  • @ThePeterParkour
    @ThePeterParkour 9 років тому

    Hevur tú Mín Elskaða og Nú er hon farin til handa ( Niclasen Brøðurinir) ?

    • @0lavur
      @0lavur  9 років тому

      +ThePeterParkour tíverri havi eg ikki.