Fingið nokk av tær - Ågot og Jón

Поділитися
Вставка
  • Опубліковано 21 вер 2024
  • Orð og lag: Steintór Rasmussen
    Sangur: Ågot Sivertsen og Jón Jacobsen
    Øll ljóðføri og forritan: Mikkjal Hvannastein.
    Framleitt og miksað í Mike Studio
    Fingið nokk av tær
    Tú ert ein skomm, ert farin ov vítt
    Ert ofta til grin og sigur so nógv býtt
    Tú ert langt úti, plága ikki meg
    Tak teg saman ella fær tín veg
    Tú styggir øll vekk, og tú brennur brýr
    Sigur so nógv lort, men ongin tær trýr
    Blakar alt á onnur, og tú spælir hund
    At ongin teg tímir, tað hevur sína grund
    Tú skilir ikki meg
    Nei, ongin tímir teg
    So lurta eftir mær
    Eg havi fingið nokk av tær
    Eg sigi tað eg vil, tað sum passar mær
    Og sært tú ikki sjálv allar feilirnar hjá tær
    At fáa teg at lurta, tað er ongin vón
    Tú skilir ikki nakað, ert barasta so tóm
    Hvar ið eg skal fara, hvat eg geri nú
    Hvussu eg vil liva, tað bestemmar ikki tú
    At tú ert sjúk, vilt peika eftir mær
    Tá venda eisini fingrarnir inn móti tær
    Tú skilir ikki meg
    Nei, ongin tímir teg
    So lurta eftir mær
    Eg havi fingið nokk av tær

КОМЕНТАРІ • 1