Hanus G. Johansen - Um eg var nú

Поділитися
Вставка
  • Опубліковано 26 сер 2024
  • Um eg var nú at evstu stund komin,
    øll lívsgleði rýmdi sín veg,
    av stimburi einki var eftir,
    alt illt mundi herja á meg,
    kom tá ei við doktaragreyti,
    ei við medisin og skeið,
    slíkt slúkar hitt góðtrúgvna neytið,
    men eg, eg smakki tað ei.
    Verskjótur við steypi og fløsku,
    skonk tremfult, so klinka vit: skál!
    Lat kvøða teir garparnar røsku,
    so grøðist sjálvt veikasta sál.
    Tí drammur og songur semjast
    sum brúður við brúðgom á nátt,
    øll ilska og sorg kann temjast,
    har teir báðir koma um gott.
    Um eg ei tá brátt verði stinnur
    og ungur í kropp og sin;
    so leitið um geilar og finnið
    eitt dúnmjúkt og hjartagott skinn.
    Um ei tá hin signaða kitlan
    meg grøðir í somu stund,
    so koyr í ein posa og blakið
    burt beistið sum gamlan hund.
    - Poul F. Joensen
    Hanus G. Johansen
    Gaman og Álvara
    1988 Tutl Records

КОМЕНТАРІ • 1

  • @dagfinnurjensen447
    @dagfinnurjensen447 Рік тому

    Einastandandi væl yrkt av mætastu yrkjari í Føroya søgu