Jólamenn

Поділитися
Вставка
  • Опубліковано 13 січ 2025
  • Ein kaldan vetrardag, so fara teir av stað
    við posanum á bakinum at gera børn so glað.
    Teir leggja einki í, um vindur er og ódn,
    men skunda sær við jólagávum til øll Føroya børn.
    Niðurlag:
    Jólamenn, jólamenn, raskir jólamenn
    ganga móti vindinum og bíta saman tenn.
    Kavarok, kavarok, vindur, kavarok.
    Skunda sær nú oman, áðrenn posin fer á fok.
    Tey eru øll so fitt, um onkur er banditt.
    Tey bíða øll so glað og spent, nú er so jólaligt.
    Teir kvika sær av stað nú oman millum fjøll,
    so eingin fittur jólapakki verður jólatrøll.
    Orð: Andreas Justesen. Lag: James Pierpoint
    Mynd: Solveig Hansen
    Útgáva: Jóannes Jakobsen í 2006
    Upptøkur: Savnsmyndir hjá KvF

КОМЕНТАРІ •